- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faðir vár ella pápi okkara?
Faðir vár ella pápi okkara?
Danir hava broytt nakrar orðingar í bønini Faðirvár, men øll eru ikki samd um, at bønin skal broytast

12.11.2026 - 13:07
Er sumt, sum ikki skal nertast? Er nakað, sum bara skal vera soleiðis, sum tað altíð hevur verið? Og er bønin Faðirvár partur av hesum?
Danska Bibelselskabet hevur broytt nakrar orðingar í donsku útgávuni av Fadervor, og summi eru rættiliga ónøgd við at Fadervor nú byrjar við orðunum 'Vores far'. Men hvussu er í Føroyum? Sleppa vit at nútímansgera okkara Faðirvár?
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, vitjar og sigur eitt sindur um ta útgávu av bønini, vit brúka í dag, og so sleppur hann at siga sína hugsan um eitt uppskot um nútímansgerð, sum morgunsendingin hevur latið gjørt.
a_8513-5_SITE01
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























