Semingsroyndin heldur fram seinnapartin

Semingsroyndin heldur fram seinnapartin
Talan er um torførar samráðingar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2020 - 09:08

Seinnapartin í dag fæst væntandi at vita, um semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina lukkast ella mislukkast.

Semingsstovnurin hevur sent boð eftir pørtunum klokkan eitt í dag.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur tað ikki vera útilokað, at eitt semingsuppskot kemur í dag.

Men hann sigur eisini, at talan er um tørførar samráðingar.

Í gjár var fundur frá klokkan níggju um morgunin til klokkan tíggju um kvøldið. 

Semingsstovnurin varð boðsendur fríggjakvøldið í næstsíðstu viku, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki kunnu semjast um nýggjan sáttmála.

Her eru nakrar myndir frá semingsroyndini á Hotel Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655