Bjóða nýggja umsitingarbygningin út

Bjóða nýggja umsitingarbygningin út
Sjóvinnustýrið hevur hildið til í Havn seinastu árini, men tá nýggi bygningurin er liðugur, verður flutt aftur í Vágar
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, uttan fyri Sjóvinnustýrið, sum hevur hildið til í Havn seinastu árini. Nú verður umsitingarbygningur bygdur í Vágum
 
01.10.2020 - 16:26

Nýggi umsitingarbygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi í Vágum verður nú boðin út.

Tað upplýsir Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.

Sjóvinnustýrið hevur seinastu árini hildið til í Havn, men tá nýggi bygningurin er liðugur, verður flutt aftur í Vágar.

Bygningurin verður mettur at kosta umleið 26 mió. kr.

Í ár eru 5,3 mió. kr. játtaðar til endamálið, næsta ár verða níggju mió. kr. settar av, og í 2022 verða 12 mió. kr. aftrat settar av til nýggja umsitingarbygningin hjá Sjóvinnustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025