Eingin prístalsjavning næsta ár

Eingin prístalsjavning næsta ár
Endamálið við uppskotinum er tálma útreiðslurnar, sigur landsstýrið
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur skotið upp, at javningin av almannaveitingum verður útsett eitt ár
 
01.10.2020 - 11:52

Almannaveitingarnar verða ikki javnaðar næsta ár, sum ætlanin annars var. Tær hækka ikki fyri enn í 2022.

Sambært lógaruppskoti, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, legði fram í gjár, er javningin, sum skuldi gerast 1.januar næsta ár, útsett til 1.januar 2022.

Ætlanin við uppskotinum er at tálma útreiðslunum í fíggjarlógini fyri 2021, sigur landsstýrið.

Almannaveitingar skulu javnast árliga eftir einum føstum leisti. 

Javnað verður við miðaltalinum av prísvøkstri og lønarvøkstri undanfarna árið.

9,5 mió. kr.

Javningin hevði kostað 9,5 mió. kr. fyri hvørt prosentið, sum javnað verður næsta ár.

Hevði javningin næsta ár verið eitt prosent, hevði til dømis einkjubarnastyrkurin hækkað 130 kr. fyri barnið um mánaðin, barnapeningur veittur í forskoti hevði hækkað 130 kr. fyri barnið, ógiftir fólkapensjónistar høvdu fingið 77 kr. meira og giftir 61 kr. meira um mánaðin.

Hægsta fyritíðarpensjónin hjá ógiftum hevði hækkað 140 kr. og hjá giftum 124 kr. og tey, sum fáa miðal ella lægstu fyritíðarpensjón, høvdu fingið 115 kr. meira, eru tey ógift, og 101 kr. meira um mánaðin, eru tey gift


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107