Kunnu nú taka listaútbúgving á BA-stigi

Kunnu nú taka listaútbúgving á BA-stigi
Upprunaliga var talan um eina diplomútbúgving, men nú er hon uppstigað til BA
Tvær leiðir eru á nýggju útbúgvingini, ritlist og tónlist
 
06.10.2020 - 09:17

Útbúgvingin í listaligum arbeiði, sum byrjaði á Fróðskaparsetrinum í fjør, verður nú uppstigað til bachelorstig.

Tá útbúgvingin byrjaði, var talan um eina tvey ára diplomútbúgving, men nú er hon uppstigað til eina bachelorútbúgving, sigur Fróðskaparsetrið.

Mentamálaráðið góðkendi í summar útbúgvingina í listaligum arbeiði sum eina fulla bachelorútbúgving. Sostatt er tað nú fyri fyrstu ferð gjørligt at taka eina fulla listaliga útbúgving á BA-stigi í Føroyum.

Tvær leiðir eru á útbúgvingini, ritlist og tónlist. Undirvísarar eru akademikarar og listafólk. Tikið verður upp til útbúgvingina aftur í 2021.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541