Bíligari at fylla tangan

Bíligari at fylla tangan
Prísurin á brennievni er lækkaður, vísa tøl frá Effo og Magn
Oljuprísurin er fallin, og bensinið kostar í løtuni 8,36 kr.
 
07.10.2020 - 14:02

Nú er ikki so dýrt at fylla oljutangan við hús ella tangan á bilinum, sum tað hevur verið í fleiri mánaðir.

Prísurin á brennievni í Føroyum fór um vikuskiftið niður, vísa prísyvirlitini hjá Effo og Magn.

1.000 litrar av gassolju til húsarhald kosta nú 5.525 krónur, ein litur av bensini kostar 8,36 krónur, og ein litur av diesel kostar 6,31 krónur.

Ikki síðani fyrst í juni hevur tað verið so bíligt at fylla tangan heima við hús, ella tangan í bilinum, vísir prísyvirlitið hjá teimum báðum føroysku orkufeløgunum.

Prísirnir á gassolju, bensini og diesel eru tengdir at vøruprísi, dollarakursi, bruttovinningi og meirvirðisgjaldi og avgjøldum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542