Lóg um el-innleggjarar er kappingaravlagandi

Lóg um el-innleggjarar er kappingaravlagandi
Handverksmeistarar finnast hvassliga at uppskotinum um at løggilda el-innleggjarar
E-innleggjarar skulu hava fastan bústað í Føroyum, og bara útbúnir elektrikarar skulu fáa løggilding, sigur Handverksmeistarafelagið
 
07.10.2020 - 09:30

Føroya handverksmeistarafelag er als ikki nøgt við lógaruppskotið hjá landsstýrinum um at løggilda el-innleggjarar.

Felagið sigur bart út í hoyringarsvari, at uppskotið grevur burtur undan trygdini, og tað er harafturat kappingaravlagandi.

Endamálið við lógini er annars at hava tryggar el-innleggingar.

Tí er tað undranarvert, sigur Handsverksmeistarafelagið, at førleikin at gera el-arbeiði ikki verður settur í hásætið. 

Vilja hava uppskotið broytt

Lógin er eisini kappingaravlagandi, tí fríyrkis el-innleggjarum ikki nýtist at rinda tær útreiðslur, sum standast av at reka eina fyritøku.

Handverksmeistarafelagið sigur, at alneyðugt er at broyta lógaruppskotið, so el-innleggjarar skulu hava fastan bústað í Føroyum, frítíðarløggildingar skulu strikast, og bara útbúnir elektrikarar skulu kunnu fáa løggilding.

Lógaruppskotið var eisini til hoyringar í januar.

Tá segði Handverksmeistarafelagið, at uppskotið tekur lægsta prís fram um trygdina, tá elarbeiði verða boðin út.

Og uppskotið er ov lagaligt viðvíkjandi útlendskum el-innleggjarum í Føroyum.  
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391