Hóskvøldið: Spyr um gongd í haga

Hóskvøldið: Spyr um gongd í haga
Kringvarpið skipar fyri kjakfundi um, hvussu gongd í haga skal skipast í framtíðini. Til ber hjá hyggjarum at senda spurningar til luttakararnar
 
14.10.2020 - 20:30

Fundurin hóskvøldið er partur av Heystfagnaðinum á Eiði, og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum. Í ár er ikki møguligt at bjóða áhoyrarum við til fundin, sum í staðin verður sendur í sjónvarpinum.

Hyggjarar hava tó kortini møguleika at seta spurningar. Skriva tín spurning, so stuttan og greiðan sum tilber, og tilskila, hvønn spurningurin er til. Til ber at seta spurningar her á heimasíðuni í annaðkvøld.

Luttakarar eru landsstýrismaðurin í landbúnaðar- & ferðavinnumálum, umboð fyri allar flokkar á løgtingi, umboð fyri Jarðir og Hagafelag Føroya, leiðarin á Menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, umframt umboð fyri landbúnaðin.

Beinleiðis kjakfundurin verður sendur í sjónvarpinum, eftir Dag & Viku hóskvøldið 15. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891