Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall mánadagin

Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall mánadagin
Sjúkrarøktarfrøðingarnir lýsa nú verkfall frá mánamorgni 19. oktober klokkan sjey
 
16.10.2020 - 10:42

Verkfall verður lýst fyri sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum, skurðsjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og sjúkrarøktarfrøðingar á seingjardeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Deildarleiðarar og varaleiðarar á nevndu deildum eru kortini undantiknir, og teir fara ikki í verkfall.

Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum skrivar soleiðis á heimasíðuni um avgerðina at fara í verkfall:

"Vit hava nú verið í sáttmálaloysi síðani 1. oktober 2019. Viljin til at finna eina loysn hevur verið stórur frá okkara síðu, og vit hava veruliga tikið atlit til alheimsheilsustøðuna. Men Fíggjarmálaráðið tykist ikki at ynskja eina semju, og roynir enntá at grugga málið við at draga lønarhækkingina, ið vit samráddu okkum til í 2017, inn í lønarkarmin hesuferð.

Eftir at hava sitið til samráðingar síðani 4. desember 2019 og saman við Semingsstovninum í 4 vikur, mugu vit bara staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál.

Vit kenna okkum tí noydd at lýsa verkfall."

Hoyr eyka tíðindasendingina, sum var í útvarpinum klokkan 10:50, her.

1404867

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585