Fleiri enn ein millión smittað í Spania

Fleiri enn ein millión smittað í Spania
Umleið 35.000 fólk eru deyð í Spania, síðani smittan fyrstu ferð varð staðfest 31. januar
Spania er sætta landið, sum hevur fleiri enn eina millión fólk smittað av koronu
 
22.10.2020 - 15:33

Í Spania eru nú fleiri enn ein millión fólk smittað av kornavirusi, og Spania er samstundis fyrsta landið í Evropa, har fleiri enn ein millión eru smittað.

Tað upplýsir spanska heilsumálaráðið.

Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 17.000 fólk smittað, og tí arbeiða myndugleikarnir við at herða krøvini.

Næstan 35.000 fólk í Spania eru deyð av koronu, síðani smittan fyrstu ferð varð staðfest á einari av kanarisku oyggjunum, La Gomera, 31. januar.

47 millónir fólk búgva í Spania, og landið er tað sætta, sum hevur gjørt upp, at fleiri enn ein millión eru smittað.

Hini londini eru USA, India, Brasil, Russland og Argentina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949