Føroyar torføra uppgávu í Wales

Føroyar torføra uppgávu í Wales
Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal í dag spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Wales. John Petersen, venjari, hevur sett liðið
Olga Kristina Hansen er aftur á føroyska landsliðnum móti Wales
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
22.10.2020 - 14:34

Føroyar spæla seinnapartin EM-undankappingardyst á útivølli móti Wales.

Talan er um trupla uppgávu, tí Wales er á 2. plássi í bólkinum aftanfyri oddaliðið, Noreg. Tá liðini spældu í Føroyum í september í fjør, vann Wales 6-0.

 - Vit høvdu nógv góð ting í seinasta dystinum móti Hvítarusslandi, sum vit skulu taka við okkum inn í dystin, og harfrá skulu vit so sjálvandi byggja uppá. Vit fáa harða mótstøðu, men vit eru klárar at geva alt, sum vit hava fyri at fáa eitt gott úrslit við heim, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Liðið er sett

Føroyski landsliðsvenjarin, John Petersen, hevur sett liðið, sum skal á vøllin á Rodney Parade í Newport í dag.

Tað líkist liðnum, sum tapti 2-0 móti Hvítarusslandi fyri júst einum mánaða síðan. Ein broyting er kortini. Roynda Olga Kristina Hansen, sum ikki var tøk tá, er við frá byrjan á føroyska miðvøllinum. 

Liðið: Óluva Joensen (mv); Ásla Johannesen, Birita Ryan, Jacoba Langgaard, Sanna Svarvadal; Jensa Tárolvsdóttir, Elisabet Vang, Olga Kristian Hansen, Kára Djurhuus, Sara Samson Lamhauge; Heidi Sevdal

Dysturin móti Wales byrjar kl. 16.30.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878