Jan Ziskasen heldur fram sum stjóri

Jan Ziskasen heldur fram sum stjóri
Nevndin í Føroya Tele staðfesti á nevndarfundi í dag, at Jan Ziskasen heldur fram sum samtaksstjóri í Føroya Tele
 
27.10.2020 - 18:49

Jan Ziskasen heldur fram í stjórastarvinum á Føroya Tele og verður nevndarlimur í NET.

Nevndin í Føroya Tele og nevndin í NET fara at seta eina kanning í verk, sum skal greina, hvussu tað er skilabest at skipa NET frameftir.

Nevndin í Føroya Tele staðfesti á nevndarfundi í dag, at Jan Ziskasen heldur fram sum samtaksstjóri í Føroya Tele.

Tað sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi fyri løtu síðani. Tíðindaskrivið er soljóðandi:

Bjarni Arnason, ið tók við sum nevndarformaður týsdagin í síðstu viku, hevur seinastu dagarnar umrøtt støðuna saman við stjóranum. Semja er gjørd um, at Jan Ziskasen heldur fram sum samtaksstjóri á Føroya Tele, og at hann tekur sæti í nevndini í NET.

– Við hesi loysnini fáa vit Føroya Tele trygt víðari við einum stjóra, sum er dugnaligur, framsøkin og væl lýddur. Samstundis tryggja vit neutralitet í NET, umframt at nevndin í Føroya Tele, samtaksstjórin og nevndin í NET eru samd um at kanna viðurskiftini nærri fyri at tryggja málið hjá landsstýrinum um gjøgnumskygni og kapping á fjarskiftisøkinum, sigur Bjarni Arnason, nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele.

Fegin um semjuna

– Eg eri fegin um semjuna, ið nevndin og eg eru komin fram til. Nú hyggja vit frameftir og halda á við arbeiðinum at vera millum heimsins fremstu innan fjarskifti til frama fyri allar føroyingar, sigur Jan Ziskasen.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur givið nevndini í Føroya Tele og nevndini í NET ein greiðan arbeiðssetning. Landsstýrismaðurin hevur heitt á nevndirnar um at kanna nærri, hvussu ein full, ognarlig sundurskiljing fer at ávirka fjarskiftismarknaðin, og hvørjar fyrimunir og vansar ein sundurskiljing hevur fyri Føroya Tele samtakið. Kanningin skal eisini lýsa, um tað finnast aðrar leiðir at røkka fullum gjøgnumskygni og fríari og javnari kapping á fjarskiftismarknaðinum.

Bjarni Arnason sigur, at nevndin í næstum fer at viðgera nærri, hvussu ein óheft kanning skal setast í verk, og at nú hava Føroya Tele og starvsfólkini í samtakinum uppiborið tryggleika og arbeiðsfrið.

– Føroya Tele er eitt sera spennandi samtak við dugnaligum starvsfólkum, og her liggja spennandi uppgávur og avbjóðingar fyri framman. Nú fara vit at hugsavna okkum um dagliga virksemið og allar menningarmøguleikarnar, sum samtakið hevur, sigur nýggi nevndarformaðurin í Føroya Tele. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390