SEV skal halda prísavtaluna við dótturfelag

SEV skal halda prísavtaluna við dótturfelag
Prísavtalan sigur, at Vindfelagið ikki kann avroknast fyri minni framleiðslu enn 41,4 gigawatttímar
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sigur, at elprísirnir í Føroyum eru hækkaðir nógv meira enn í Danmark seinastu 10 til 15 árini
 
29.10.2020 - 08:47

Elveitingareftirlitið í Umhvørvisstovuni hevur álagt SEV at gjalda dótturfelagnum, Vindfelagnum í Húsahaga, sambært prísavtaluni millum Vindfelagið og SEV net.

Prísavtalan sigur, at Vindfelagið ikki kann avroknast fyri minni framleiðslu enn 41,4 gigawatttímar, uttan so at Vindfelagið ger minni streym enn tað, og tað ikki skyldast viðurskifti hjá SEV.

Samskifti hevur verið millum SEV net og Elveitingareftirlitið um, í hvussu stóran mun vantandi elframleiðsla inn á elnetið stendst av viðurskiftum hjá sjálvum Vindfelagnum, ella viðurskiftum hjá SEV neti. 

Gera niðurstøðu

Endalig niðurstøða, um SEV net hevur avroknað ov nógv til Vindfelagið, kemur í næstum. 

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni.

Hann sigur eisini, at elprísirnir í Føroyum eru hækkaðir nógv meira enn í Danmark seinastu 10 til 15 árini.

Elprísirnir í Føroyum eru teir hægstu í Evropa, tá eingi avgjøld eru tald við, stendur í svarinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961