Donsku myndugleikarnir frámæla óneyðugum ferðum

bannari
Donsku myndugleikarnir frámæla óneyðugum ferðum
Myndugleikarnir í Danmark dagførdu ferðalistan í gjár
Noreg er eisini á listanum hjá dønum, higar myndugleikarnir nú mæla fólk frá, at ferðast til
 
30.10.2020 - 06:10

Danska uttanríkismálaráðið frámælir nú ferðum til øll lond í Evropa. Ferðalistin hjá danska uttanríkismálaráðnum varð dagførdur í gjár.

Tá vórðu Grikkaland, Noreg og Týskland eisini koyrt á appelsingula listan, sum merkir, at danska uttanríkismálaráðið frámælir øllum óneyðugum ferðum til hesi londini.

Okkurt undantak í Svøríki

Hesi trý londini vóru tey seinastu evropeisku londini sum vóru á gula listanum. Tey einastu undantøkini eru tveir landslutir í Svøríki, Västerbotten og Västernorrland.

Teir eru báðir á gula lista, sum merkir at serligt varsemi skal vísast. Í Grikkalandi er tað høga koronasmittutrýstið, sum fær donsku myndugleikarnar til at mæla fólki frá at ferðast higar.

Týskland og Noreg eru koyrd á appelsingula listan, tí tey bæði londini hava sett innferðaravmarkingar í verk fyri fólk, sum koma úr Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949