Starvsfólk eisini tilboð um ókeypis koppseting

Starvsfólk eisini tilboð um ókeypis koppseting
Talan er um starvsfólk, sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av fólki,  sum eru í serligum vanda
 
30.10.2020 - 10:08

Tilboðið um ókeypis koppseting fyri beinkrím verður nú víðkað, so at ávís starvsfók á heilsu- og umsorganarøkinum eisini fáa hetta í boði.

Tað sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Frammanundan fáa fólk eldri enn 67 ár, og tey, sum eru yngri enn 67 í vandabólkum vegna sjúku ella brek, eisini tilboð um ókeypis koppseting fyri beinkrím.

Talan er um starvsfólk, sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av fólki,  sum eru í serligum vanda fyri at fáa álvarsligar sjúkugongdir, um tey verða rakt av influensu, sum nú eisini fáa tilboð um ókeypis koppseting.

At hesi starvsfólk nú kunnu lata seg koppseta, er tískil við til at verja sjúklingar og fólk í vandabólki móti influensu, sigur Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213