Trolararnir fáa lítið í løtuni

Trolararnir fáa lítið í løtuni
Fiskiskapurin hjá teimum, sum royna eftir upsa, roynist illa
Trolararnir, sum royna eftir upsa, fáa lítið í løtuni, upplýsir Fiskamarknaðurin
Mynd: Savnsmynd  
 
03.11.2020 - 06:14

Seks pør eru til fiskarí. Tveir djúpvatnstrolarar eru vestanfyri, og teir fiska kongafisk. Trolbátarnir eru allir inni.

Um línuskipini sigur Fiskamarknaðurin, at eitt er á Íslandsrygginum og tvey á landgrunninum. Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu.

Um útróðurin verður sagt, at streymurin batnar sum vikan gongur, men veðrið verður einki serligt. Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku.

Tey, sum fiska svartkalva, hava smáligan fiskiskap. Tað, sum fiskar havtasku, hevur brúkiligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751