Fá yvirlit: Soleiðis var valluttøkan í 2016

bannari
Fá yvirlit: Soleiðis var valluttøkan í 2016
Størsta valluttøkan í einari kommunu var 97,8 prosent. Minsta valluttøkan í einari kommunu var tá 78,4 prosent
Grafikkurin í greinini vísir, hvussu valluttøkan var í teimum 29 kommunum á valinum fyri fýra árum síðani
Mynd: kvf.fo  
 
10.11.2020 - 07:51

Sannlíkindini fyri, at fólk í Fugloy fara á kommunuval í dag eru munandi størri enn at fólk í Skúvoy fara á kommunuval. Í øllum førum um hugt verður at tølunum á seinasta kommunuvalinum.

Tilsamans 97,8 prosent av øllum teimum, sum búðu í Fugloy 8. november í 2016 vóru á vali tá. Hinvegin vóru til samanberingar "bara" 78,4 prosent av fólkunum í Skúvoy og valdu ta ferðina.

Í 2016 høvdu 36.905 fólk í Føroyum valrætt á kommunuvalinum, og tá var valluttøkan í miðal 83,8 prosent fyri alt landið. Her eru tølini fyri valluttøkuna í teimum einstøku kommununum.

Trýst á prikkarnar í grafikkinum fyri neyv tøl í hvørjari kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609