Føroyar taptu 2-1 í venjingardysti

Føroyar taptu 2-1 í venjingardysti
Føroyska A-landsliðið í fótbólti tapti 2-1 fyri Litava í venjingardysti í Vilnius í kvøld. Føroyska málið skeyt Gunnar Vatnhamar
 
11.11.2020 - 19:02

Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevði boðað frá, at nýggir leikarar fóru at fáa møguleikan í landsdystinum móti Litava í kvøld, og soleiðis bleiv eisini. 

Ikki færri enn tríggir debutantar vóru á liðnum, sum sviin sendi á vøllin í Vilnius. Bartal Wardum, Magnus Holm Jacobsen og Hilmar Leon Jakobsen spældu allir sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar. 

Á føroyska liðnum vóru annars Gunnar Nielsen í málinum. Í verjuni Gilli Rólantsson, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Magnus Holm Jacobsen og Kaj Leo í Bartalsstovu. Og í álopinum Hilmar Leon Jakobsen og Meinhard Olsen. 

Hekk ikki saman

Tað var eyðsýnt í fyrra hálvleiki, at nógv nýggj andlit vóru á liðnum, tí spælið hjá føroyska liðnum hekk slett ikki saman. Føroyar høvdu valla eitt skot upp á málið í fyrra hálvleiki, og leikararnir megnaðu ikki at spæla bóltin sínámillum meir enn tvær ella tríggjar ferðir, áðrenn litavar fóru avstað við bóltinum.

Litava var greitt omaná, og móti endanum av dystinum fekk liðið eisini tvey mál, sum bæði blivu skotin av Gratas Sirgedas í 43. og 46. minutti. 

Føroyar hamskift

Í seinna hálvleiki skifti Håkan Ericson nakrar av heilt stóru profilunum á landsliðnum inn. Fyrst komu Brandur Henriksson Olsen á vøllin, og síðani Hallur Hansson, og tað sást beinavegin aftur á føroyska spælinum, sum gekk skjótar og hekk munandi betur saman.

Eisini Dan í Soylu, sum varð skiftur inn í hálvleikinum, royndist væl. Føroyar sótu á dystinum í seinna hálvleiki, og móti endanum bragdaði, tá Hilmar Leon Jakobsen fyrst saksasparkaði eitt innlegg á tvørtræið, og Gunnar Vatnhamar síðani setti returin í málið. 

Eitt blandað inntrykk, ið føroyska landsliðið gav frá sær í kvøld, og tað er ilt at síggja, hvussu liðið skal klára seg uttan Halli Hansson og Brandi Henrikssyni Olsen í Nations League dystinum móti Lettlandi leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366