1124 húski fingu streym úr biogassi í oktober

1124 húski fingu streym úr biogassi í oktober
Orkan frá Førka var 469 megawatttímar, og tað svarar 1,2 prosent av elorkuni
SEV spardi 100.000 litrar av olju í oktober, nú SEV fær orku frá biogassverkinum á Skarðshjalla
 
18.11.2020 - 10:53

Biogassverkið Førka gjørdi streym til okkurt um 1124 húski í oktober.

SEV sigur, at orkan frá Førka var 469 megawatttímar í oktober. Og teir svara til miðalmánaðarnýtsluna hjá okkurt um 1124 húskjum, 1,2 prosent av elorkuni.

SEV samanber hetta við vatnturbinuna á Strond, sum góvu 451 megawatttímar, báðar turbinurnar í Botni í Suðuroy, sum góvu 378 megawatttímar, og vindmyllurnar hjá Røkt í Vestmanna, sum góvu 462 megawatttímar í oktober.

Spara 100.000 litrar av olju

SEV spardi 100.000 litrar av olju í oktober, nú SEV fær orku frá biogassverkinum.

Lítla avfallið í oktober gjørdi, at vatnorkan minkaði góð 40 prosent.

Heldur ikki var nógvur vindur í oktober, so vindorkan minkaði eisini samanborið við oktober í fjør. Í ár gav vindurin góð trý gigawatttímar, í oktober fjør gav hann fimm gigawatttímar. Nakrar myllur í Neshaga eru framvegis í ólagi.

Sólorkan í Sumba gav í oktober orku, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 18 húskjum.

Eftirspurningurin vaks fimm prosent

Samanumtikið brúkti SEV 67 prosent olju til orkuframleiðslan í oktober.

Í oktober í fjør var býtið millum olju og aðrar orkukeldur 43 og 57 prosent.

Eftirspurningurin eftir elorku vaks fimm prosent í oktober.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070