Lægri játtan til almannamál

Lægri játtan til almannamál
Hægsta fyritíðarpensjónin fer at kosta meira í ár enn mett varð í august
 
20.11.2020 - 07:52

Tað sigur Almannamálaráðið í sambandi við uppskotið um eykajáttanarlóg, sum er í Fíggjarnevndini í løtuni.

Brúk er fyri hálvari millión afturat. Men nýggjar metingar vísa eisini, at lægsta fyritíðarpensjónin verður hálva millión bíligari í ár.

Eykajáttanin til arbeiðsloysisforsorg, sum biðið varð um, kann minka úr tveimum milliónum niður í eina millión, tí útreiðslurnar til arbeiðsloysisforsorg eru farnar at minka aftur, sigur Almannamálaráðið. 

Lønarískoytið, sum arbeiðandi pensjónistar fingu, var tvær millionir og 214.000 krónur, sambært Als. Landið skal rinda hesar pengar, sum Als legði út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087