Krevja linari revsing í Hægstarætti

Krevja linari revsing í Hægstarætti
Dømdi maðurin og verji hansara halda, at tað er ov hørð revsing at vera á psykiariskari deild í óavmarkaða tíð
Málið kemur fyri í Hægstarætti mikudagin
 
30.11.2020 - 13:09

Maðurin, sum eitt nevningating í Føroya rætti í summar dømdi í "anbringelse" uttan tíðaravmarking, skal í Hægstarætt í Keypmannahavn mikudagin.

Revsingin er skotin inn fyri Hægstarætt við kravi um, at hon verður linari. Kravið er tíðaravmarkaður viðgerðardómur. Møguleiki skal vera fyri innlegging.

Maðurin, sum er sjúklingur á Psykiatrisku deild í Havn, var ákærdur fyri 22. juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir.

Fríkendur fyri drápsroynd

Maðurin varð ákærdur fyri drápsroynd, men frídømdur fyri hana í nevningatinginum í summar. Hann varð tó dømdur fyri grovan harðskap í tveimum førum og vanligan harðskap í trimum førum. 

Hetta er endaligt og kann ikki roynast í hægri rætti. Men revsingin kann roynast, og tað verður hon. 

Dømdi maðurin og verji hansara, Petur Even Djurhuus, halda, at tað er ov hørð revsing at verða dømdur at vera á psykiatriskari deild í óavmarkaða tíð.

Ríkisadvokaturin umboðar ákæruvaldið. Fimm dómarar viðgera málið í Hægstarætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539