- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir gevast at leita eftir olju í Norðsjónum
Danmark fer ikki at geva fleiri loyvi at leita eftir nýggjum olju- og gasskeldum í Norðsjónum.
Tað samtykti Fólkatingið við stórum meiriluta í gjárkvøldið. Sostatt verður punktum nú sett fyri danska olju- og gassævintýrinum, skrivar dr.dk.
- Eg haldi, at vit nú hava tikið eina søguliga avgerð fyri Danmark. Við breiðari undirtøku hava vit gjørt eina avtalu fyri framtíðina í Norðsjónum, sigur danski umhvørvismálaráðharrin, Dan Jørgensen.
Grøn orka í 2050
Danmark hevur sum mál, at øll orka skal vera grøn í seinasta lagi í 2050. Við hesi avtaluni kunnu nýggjar boringar gerast, um talan er um øki, har boringar longu eru, men eisini her er galdandi, at ongar boringar verða gjørdar eftir 2050.
Flokkarnir í semjuni eru Sosialdemokratarnir, Radikali flokkurin, Vinstri, SF, Konservativi flokkurin og Danski Fólkaflokkurin. Umframt at samtykkja at gevast við olju- og gassleitingum eru flokkarnir eisini samdir um at gera arbeiðsskapandi átøk í Esbjerg, har tey flestu arbeiðsplássini í donsku oljuvinnuni eru.
Tað er eitt lítið ár síðani danska stjórnin boðaði frá, at avgerðin um leitiloyvir í Norðsjónum varð útsett, meðan kannað varð, hvørjar búskaparligar og umhvørvisligar avleiðingar kundu standast av eini avgerð um at gevast við leitingarvirkseminum.
Tóku umsóknina aftur
Fýra oljufeløg høvdu tá søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum, men síðani hava trý av teimum tikið sína umsókn aftur, og einasti umsøkjarin, sum nú var eftir, var bretska Ardent Oil.
Fleiri onnur lond hava longu tikið stigið at gevast við at leita eftir nýggjum olju- og gasskeldum. Teirra millum eru Frakland, Nýsæland, Kosta Rika og Belise.
Sambært dr.dk hevur Danmark fingið meir enn 541 milliardir krónur burtur úr Norðsjóvaroljuni síðani 1972, tá vinnan byrjaði.