Færri gerast sjúk

bannari
Færri gerast sjúk
Í Danmark gerast færri fólk sjúk av influensu, lungnabruna, meningitis og kikhosta enn vanligt er fyri hesa árstíðina
 
06.12.2020 - 10:01

Í Danmark gerast færri fólk sjúk av influensu, lungnabruna, meningitis og kikhosta enn vanligt er fyri hesa árstíðina.  Tað vísir nýggj kanning frá danska Statens Serum Institut.

Orsøkin er helst, at samfelagið fór niður í ferð í vár, og tí hava fólk verið minni saman. 

Minni av "øðrum" sjúkum

– Vit síggja, at talið av sjúkum, sum minna um meningitis, blóðeitran, influensa og ymiskar virussmittur, sum kunnu føra til lungnabruna og kikhosta, er minkað nógv. Tað eru sjúkur, ið smitta á sama hátt, sum koronusmittan, sigur Palle Valentiner Branth, sum er lækni og deildarleiðari á Statens Serum Institut.

Hóast danska samfelagið nú er farið nakað upp í ferð aftur síðani í vár, vísa tølini enn, at færri fólk gerast illa fyri av sjúkum, sum smitta við dropasmittu, eins og korona ger.

– Tað er ótrúliga áhugavert, at smittuverjuátøkini, ið skulu verja okkum móti koronusmittuni, hava so jaligar avleiðingar. Tað er ein sigur fyri galdandi leiðreglurnar um reinføri, sigur Palle Valentiner Branth við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096