Zelenskyj vil hava Evropa við í samráðingarnar

Zelenskyj vil hava Evropa við í samráðingarnar
Ukrainski forsetin sigur, at hann fer ikki at lata land frá sær, heldur ikki í Donbas-økinum
Zelenskyj, forseti, sigur, at tað er óhugsandi, at kríggið kann enda, uttan at Evropa er við.
Mynd: Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.11.2026 - 07:57

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vil hava Evropa við í samráðingarnar um at enda kríggið við Russland.

Tað sigur hann við danska kringvarpið undan samráðingunum, sum vera í Abu Dhabi í dag:

- Ikki einans er alneyðugt at hava Evropa við. Tað er púra óhugsandi, at hetta kríggið kann fáa ein enda, og at trygd fyri friði kann fáast, uttan at Evropa er við. Tí er alneyðugt at Evropa er við, segði Volodomyr Zelenskyj millum annað við DR.

- USA, men sjálvandi serliga Russland, hava ikki viljað, at Evropa er við, men tað eru ikki tey, sum skulu gera reglurnar. Eg haldi, at USA hevur flutt seg nærri Evropa, og tað er gott, segði Zelenskyj eisini.

 

Fer ikki at lata land frá sær

Í samrøðuni sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at hann fer ikki at lata land frá sær, til tess at enda kríggið móti Russlandi. Heldur kki í Donbas-økinum, sum Russland síðani 2014 hevur roynt at fáa hendur á.

Samráðingar vera í dag í Abu Dhabi, har umboð fyri Ukraina, USA og Russland eru við.

Umboð fyri Evropa eru eisini við á fundinum í dag, men eru ikki við í sjálvum samráðingunum, skrivar danska kringvarpið.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur tað vera møguligt, at samráðingarnar í Abu Dhabi kunnu enda við góðum úrsliti.

Í samrøðu við Reuters tíðindastovuna sigur hann, at tað er gjørligt, at okkurt fer at henda har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793