Brexit: Framvegis langt millum partarnar

Brexit: Framvegis langt millum partarnar
ES sigur, at vil Bretland ikki fylgja ES-rættarskipanum, verður revsitollur lagdur á bretskar vørur
Boris Johnson, forsætisráðharri, biður nú fólk og fyritøkur í Bretlandi fyrireika seg til, at eingin handilsavtala verður við ES
 
11.12.2020 - 09:29

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur nú, at fólk og fyritøkur í Bretlandi skulu fyrireika seg til, at eingin handilsavtala verður millum Bretland og ES á nýggjárinum, tá brexit-skiftistíðarskeiðið endar.

Hann sigur, at samráðingarnar halda fram, men tað er framvegis langt millum partarnar.

Tað segði Boris Johnson í gjárkvøldið, og tað vóru hansara fyrstu almennu viðmerkingar eftir toppfundin í Brússel mikukvøldið.

Revsitollur

Boris Johnson segði, at ES hevur sett fram uppskot, sum merkir, at Bretland skal fylgja ES-rættarskipanum, og verður tað ikki gjørt, verður revsitollur lagdur á innflutningsvørur. Tað er serliga hesin spurningurin, sum hevur gjørt samráðingarnar sera torførar.

Hann samanbar hetta við, at Bretland verður sum ein tvíburi hjá ES, hóast landið fer úr evropeiska samveldinum.

Eygleiðarar hjá BBC eru vísir í, at orðini hjá Johnson vísa, at samráðingarnar ganga illa, hóast loysnir hava verið í eygsjón, og ein avtala er betri fyri báðar partar.

Boris Johnson og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, avtalaðu mikukvøldið, at partarnir halda fram at samráðast til í seinasta lagi sunnudagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576