Hevði heimild at krevja avlop afturgoldið

Hevði heimild at krevja avlop afturgoldið
Ein bústovnur brúkti avlopið til nýggjan bil, men Almannaverkið slepti ikki kravinum um endurgjald
Bústovnurin kærdi avgerðina hjá Almannaverkinum, men fekk ikki viðhald
 
05.01.2021 - 11:19

Almannaverkið hevur fingið viðhald frá Kærunevndini í almannamálum, familjumálum og heilsumálum í, at verkið hevði kravt avlop aftur frá einum bústovni.

Stovnurin hevði slakar 118.000 kr. í avlopi í 2018.

Stovnurin brúkti pengarnar til nýggjan bil. 

Men Almannaverkið slepti ikki kravinum um afturgjald, tí stuðul haðani skal ikki brúkast til íløgur.

Og bústovnurin prógvaði ikki, at bilurin var fíggjaður við pengum, sum bústovnurin fekk frá kommununi.

Bústovnurin kærdi avgerðina hjá Almannaverkinum, men fekk ikki viðhald.

Avlopið í 2018 skal gjaldast Almannaverkinum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213