Fólkatalið vaks 847 fólk

Fólkatalið vaks 847 fólk
Nú búgva 52.920 fólk í Føroyum
Fólkatalið vaks 847 fólk frá 1. desember í 2019 til 1. desember í fjør
 
11.01.2021 - 13:19

Fólkatalið 1. desember í fjør var 52.920, og tað vaks 847 fólk samanborið við 1. desember í 2019. Vøksturin er 1,6 prosent.

Størsti vøksturin var í høvuðsstaðarkommununi, Klaksvíkar, Runavíkar, Eysturkommunu, Nes, Vágs og Tvøroyrar kommunu. 

Fólkatalið vaks eisini í Sandoynni og Suðuroynni, men vøksturin í Vágum er steðgaður, sigur Hagstovan. 

Flest í Havn og Eysturoynni

39 prosent av øllum fólkinum í landinum búgva í Tórshavnarøkinum, men vøksturin í fólkatalinum í Tórshavnarøkinum frá 1. desember í fyrraárið til 1. desember í fjør var 43 prosent av øllum vøkstrinum í landinum.

Í Eysturoynni búgva 23 prosent av fólkinum í landinum, men vøksturin har var 27 prosent fyri alt landið. 

Í Norðoyggjum búgva 12 prosent av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum frá 1. desember 2019 til 1. desember í fjør var 10 prosent. 

Meiri sæst um fólkatalið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342