Tóku 73.000 tons av laksi í fjør

Tóku 73.000 tons av laksi í fjør
Tøkan var 5.000 tons minni enn í fyrraárið
Frá 2011 og til 2020 hevur tøkan ligið millum 50.000 og 78.000 tons um árið 
 
11.01.2021 - 14:34

Føroysku alifyritøkurnar tóku í fjør knappliga 73.000 tons av alilaksi í Føroyum. Heilt neyvt var talið 72.918 tons. Uppgerðin er í kruvdari vekt.

Hetta er nakað minni enn í 2019, tá ið framleiðslan var umleið 78.000 tons. Tað er tað mesta, sum nakrantíð er tikið í einum ári seinastu 10 árini. 

Frá 2011 og til 2020 hevur tøkan ligið millum 50.000 og 78.000 tons um árið.

Miðalvektin í fjør var 5,20 kg. Tað er eitt sindur minni enn miðalvektin í 2019, sum var 5,45 kg, men tó betri enn í 2018, tá miðalvektin var 4,87 kg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040