Kára Djurhuus til italskan fótbólt

Kára Djurhuus til italskan fótbólt
Føroyski landsliðsmiðvallarin, Kára Djurhuus, skiftir úr HB til italska felagið, ASC Calcio Pomigliano, sum liggur fremst í næstbestu deildini
Kára Djurhuus í dysti móti norðurírum í heyst
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
12.01.2021 - 15:03

Landsliðsmiðvallarin Kára Djurhuus, skiftir HB og Gundadal út við italskan fótbólt. Tað skrivar heimasíðna, calciofemminileitaliano.it.

Nýggja felagið eitur Pomigliano og liggur í løtuni fremst í næstbestu italsku deildini, Serie B. 

Kára Djurhuus, sum taldist millum stuðulsspælararnar hjá HB í fjør, er sum skilst á veg til Italia at skriva undir sáttmála. 

Hon spældi 21 dystir og skeyt sjey mál fyri HB í fjør, og spældi eisini fýra undankappingardystir fyri føroyska landsliðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815