Fingu sekt fyri ikki at halda sóttarhaldsreglur

Fingu sekt fyri ikki at halda sóttarhaldsreglur
Tvey fólk fingu 3.000 kr, og eitt fólk fekk 6.000 kr. upplýsir politiið í Grønlandi
 
15.01.2021 - 10:13

Í Grønlandi fáa fólk sekt fyri ikki at halda reglurnar um sóttarhald.

Trý fólk hava fingið sekt nú í vikuni, tvey fingu 3.000 kr, og eitt fólk fekk 6.000 kr. upplýsir politiið í Grønlandi.

Tað eina fólkið var í vertshúsi, eitt var í veitslu hjá einum kenningi, og triðja fólkið, sum er alment sett, var á skrivstovu sínari á arbeiðsplássinum í døgurðasteðginum.

Øll trý eru seinni kannað og øll vóru negativ.

Brutu sóttarhaldsreglurnar

Men tey brutu reglurnar um sóttarhald, eftir at tey vóru komin til Grønlands úr Danmark, sigur politiið.

Tey vóru millum fólk tríggjar dagar eftir at tey komu til Grønlands.

Reglurnar um sóttarhald í Grønlandi eru tær, at fólk skulu vera í sóttarhaldi í fimm dagar eftir at tey koma til Grønlands.

Tá skulu tey so kannast av nýggjum. Tey, sum ikki vilja kannast, skulu vera í sóttarhaldi í 14 dagar. 
  
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938