Mist fleiri hundrað milliónir í útflutningsvirði

Mist fleiri hundrað milliónir í útflutningsvirði
Fiskaútflutningurin í Grønlandi minkaði meira enn 300 milliónir kr. í fjør, tí prísurin lækkaði munandi, vísa tøl hjá grønlendsku hagstovuni
Grønland hevur mist nógv, tí fiskaprísurin er lækkaður
 
17.01.2021 - 15:13

Fiskaútflutningurin í Grønlandi minkaði meira enn 300 milliónir kr. í fjør, tí prísurin lækkaði munandi, vísa tøl hjá grønlendsku hagstovuni.

Grønland útflutti fiskavørur fyri 4,7 milliardir krónur í fjør. Tað eru 307 milliónir minni enn árið fyri, ella góð seks prosent.

Fiskimenn við sviðusoð

Korona fær skyldina fyri afturgongdina, tí stórir marknaðir hjá bæði Royal Greenland og Polar Seafood lótu aftur í fjør.

Rækjuprísurin fall 15 prosent í fjør og toskaprísurin góð seks prosent. Prísurin á svartkalva lækkaði 7,6 prosent.

Afturgongdin í fiskaútflutninginum rakar fiskimenninar meint, og fiski- og veiðimannafelagið, KNAPK, krevur nú, at landsstýrið kemur við einum serligum hjálparpakka til fiskivinnuna.

Ósemja um hjálparpakkarnar

Í politiska landslagnum í Grønlandi er ósemja um hjálparpakkarnar, og tá hjálparpakkin til útróðurin skuldi fara úr gildi á nýggjárinum, hótti KNAPK við at fara í verkfall, um stuðulsskipanin ikki varð longd.

Síðani hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jens Immanuelsen, sagt, at ein arbeiðsbólkur er settur at kanna, um hjálparpakkarnir skulu halda fram.

Landsstýrið segði í heyst, at hjálpartiltøkini til grønlendsku fiskivinnuna kunnu fara at kosta neira enn 10 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444