Brúkaraumboðið: Eingin ivi skal vera um lýsingar

Brúkaraumboðið: Eingin ivi skal vera um lýsingar
Fjaldar lýsingar eru heldur ikki loyvdar í sosialu miðlunum, sigur Brúkaraumboðið
 
19.01.2021 - 06:56

Eingin skal vera í iva um, at ein lýsing er ein lýsing. Fjaldar lýsingar eru ikki loyvdar sambært marknaðarføringarlógini, heldur ikki í sosialu miðlunum.

Eingin munur er á sosialum miðlum og til dømis bløðum og tíðarritium, tá talan er um lýsingar, sigur Brúkaraumboðið.

Marknaðarføringarlógin er greið, ein lýsing skal vera gjørd soleiðis, at tann, sum sær hana, ikki er iva um, at talan er um eina lýsing. 

Í Danmark hevur ein ávirkari fingið 60.000 krónur í sekt fyri fjaldar lýsingar. Harafturat hava fyritøkur, sum saman við ávirkarum - ella influensarum, sum tað eisini verður nevnt -  hava havt fjaldar lýsingar á Instagram, hava fingið 175.000 krónur í sekt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454