USA letur landamørkini upp...og aftur

USA letur landamørkini upp...og aftur
Amerikanski forsetin, Donald Trump, letur upp fyri ferðandi úr Schengen. Komandi forsetin, Joe Biden, ógildar skjótt kunngerðina
 
19.01.2021 - 07:33

Amerikansku landamørkini skulu lata upp aftur fyri ferðandi úr Schengen londunum í Evropa um eina viku, tann 26. januar. Tað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump gjørt av.

Men hetta verður helst av ongum. Tí longu í morgin verður kunngerðin ógildað. Tað hevur hevur Joe Biden boðað frá. Hann verður tikin í eið sum amerikanskur forseti í morgin.

So at siga innferðarforboð hevur verið til USA í seinastuni orsakað av koronustøðuni. Men hetta ætlaði Donald Trump nú at broyta, áðrenn hann fer frá sum forseti.

Skuldu lata upp fyri 26 londum

Ætlanin var at lata upp fyri ferðandi úr teimum 26 londunum í Evropa og fyri ferðandi út Brasilia, Stórabretlandi og Írlandi. Í nátt komu kortini boð frá einum talsmanni hjá Joe Biden um, at mørkini ikki verða latin upp enn á sinni.

Joe Biden verður tikin í eið sum amerikanskur forseti í morgin klokkan 17 Bæði útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum senda frá hátíðarhaldinum.

Í útvarpinum fer breddin frá klokkan 17 at viðgera innsetanina og amerikanskan politikk, og í Sjónvarpinum verður Dagur og Vika á skránni klokkan 16:30, her gestir fara at umrøða støðuna í USA og sent verður beinleiðis frá hátíðarhaldinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262