Um 40 ár vera 57.455 fólk í Føroyum

Um 40 ár vera 57.455 fólk í Føroyum
Meira enn 46 prosent av fólkinum fara at búgva í høvuðsstaðarkommununi, vísa framrokningar
 
20.01.2021 - 18:00

Í desember 2060 búgva 57.455 fólk í Føroyum. Tað vísir ein framrokning hjá Hagstovuni.

Tá fara 46,1 prosent av fólkinum at búgva í Tórshavnar kommunu.

Fólkatalið veksur líðandi til desember 2056, tá tað fer at minka aftur.

Í desember verður fólkatalið 53.573.  

2.000 fleiri menn

Fólkatalið verður framroknað við kanna, hvussu nógv eru fødd, hvussu nógv eru deyð, hvussu nógv eru flutt til Føroya, og hvussu nógv eru flutt úr Føroyum síðani 1985. 

Framrokningin vísir, at eisini um 40 ár eru okkurt um 2.000 fleiri menn í Føroyum enn kvinnur.

Aldursbýtið fer at broytast nógv.

Fleiri fólk, sum eru 40 ár ella eldri, vera í 2060 enn nú. Nú eru tey 48,7 prosent. Í 2060 vera tey seks prosentstig fleiri.

Í 2060 vera 141 menn í aldursbólkinum 95 ár til 99 ár og 224 kvinnur, siga framrokningarnar hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373