BankNordik kann selja virksemið í Danmark

BankNordik kann selja virksemið í Danmark
Bankin væntar, at sølan fer at geva ein nettovinning millum 70 og 90 milliónir krónur í ársroknskapinum fyri 2021
BankNordik hevur okkurt um 60.000 viðskiftafólk, 132 starvsfólk og 11 deildir í Danmark
 
25.01.2021 - 12:38

Bæði Fíggjareftirlitið og danska Kappingar- og Brúkarastýrið hava góðkent, at BankNordik selur virksemi sítt í Danmark til Spar Nord.

Sølan verður um eina viku, tann 1. februar. Virksemið hjá BankNordik í Grønlandi heldur fram, har BankNordik hevur góð 20 prosent av marknaðinum. 

BankNordik hevur okkurt um 60.000 viðskiftafólk, 132 starvsfólk og 11 deildir í Danmark. Orsøkin til søluna eru stóru kapitalkrøvini, sum skerja kappingarførið hjá bankanum í Danmark.

Bankin væntar, at sølan fer at geva ein nettovinning millum 70 og 90 milliónir krónur í ársroknskapinum fyri 2021. Spar Nord er millum størstu peningastovnar í Danmark. Høvuðssætið er í Aalborg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329