Løgtingsnevnd: Umsitingin er dýr

Løgtingsnevnd: Umsitingin er dýr
Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum heldur, at umsitingin hjá Bústøðum kostar nógv
 
27.01.2021 - 08:09

Í øllum førum spyr nevndin Bústaðir, hvussu umsitingarkostnaðurin verður roknaður, og hví umsitingin kostar so nógv. Trivnaðarnevndin viðger bústaðarpakkan hjá landsstýrinum.

Nevndin spyr, hvussu Bústaðir fíggja sína bygging og hvussu stórur partur av byggikostnaðin verður avskrivaður. Spurt verður eisini, hvussu Bústaðir áseta avkastkravið og, hvørja ávirkan avkastkravið fær á leiguna.

Harafturat vil nevndin hava frágreiðing um, hvussu lutaíbúðarkonseptið hjá Bústøðum verður samansett. Og um munur verður á bygging á bygd ella í miðstaðarøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083