Portugal fyri beinleiðis deyðahjálp

Portugal fyri beinleiðis deyðahjálp
Tjóðartingið í Portugal hevur samtykt at strika bannið fyri beinleiðis deyðahjálp, men forsetin skal fyrst góðkenna lógina
 
30.01.2021 - 12:57

Atkvøðugreiðslan var í gjár fyri afturlatnum hurðum orsakað av koronuavmarkingunum í Portugal. Landið hevur í løtuni størsta smittutrýst í heiminum. Lógin varð samtykt við 136 atkvøðum fyri og 78 ímóti. Fýra atkvøddu ikki.

Frammanunda hava trý lond í ES loyvt deyðahjálp við hjálp frá heilivági, Belgia, Holland og Luksemburg. Eisini í Sveis er beinleiðis deyðahjálp loyvd.

Marcelo Rebelo de Sousa, forseti, skal nú taka støðu til samtyktina. Hann hevur hevur enn ikki sagt, hvat hann heldur um málið. Hann kann góðkenna samtyktina, senda hana víðari til grundlógardómstólin ella nýta sýtingarrætt sín, veto. Nýtir hann sýtingarrættín, verður neyðugt við nýggjari atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum.

Katólska kirkjan er í móti lógaruppskotinum.

Uppskot merkir, at vaksnir sjúklingar kunnu fáa deyðahjálp við heilivági í teimum førum, har tey hava nógva pínu og hava óbøtiligan skaða. Er ivi um, um sjúklingurin er førur fyri sjálvur at taka fría og vælgrundaða støðu, skulu læknar og psykiatarar vátta avgerðina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025