Hummari til húsbrúks verður ikki skrásettur

Hummari til húsbrúks verður ikki skrásettur
Loyvi verður kravt, men tey, sum fiska til húsbrúks, hava ikki skyldu at boða frá, hvussu nógv tey fiska
Vinnuliga hummaraveiðan er nógv minkað seinastu árini, men forboð verður ikki sett at fiska hummara til húsbrúks
 
08.02.2021 - 11:10

Eingin ætlan er um at seta forboð fyri at fiska sær eitt kók, nú loyvi krevst at fara eftir hummara til húsbrúks.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Nú verður loyvi kravt at veiða hummara til húsbrúks.

Fiskimálaráðið hevur fingið at vita, at óskipað hummaraveiða til húsbrúks hevur vundið uppá seg, og er til ampa fyri vinnuliga fiskiskapin.

Tí er ein nýggj kunngerð gjørd um hummaraveiðu.

Veiðan nógv minkað

Í 2011 var hummaraveiðan góð 50 tons.

Síðani er hon minkað so líðandi. Í fjør var hon bara góð 15 tons. Hetta er vinnuliga veiðan.

Veiðan til húsbrúks verður ikki skrásett. 

Tey, sum fiska til húsbrúks, hava ikki skyldu at boða myndugleikanum frá, hvussu nógv tey fiska. 

Og myndugleikin hevur heldur ikki skyldu at skráseta hummaraveiðu til húsbrúks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053