Keypa vaksinu fyri at fáa ferð á koppsetingina

bannari
Keypa vaksinu fyri at fáa ferð á koppsetingina
Framsókn skjýtur upp at brúka níggju milliónir til at keypa vaksinu, so floksórin fæst í Føroyum fyri summarið
Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang í Framsókn hava lagt fram uppskot um eykajáttan at keypa koppingarevni
 
10.02.2021 - 09:02

Framsókn vil lata Apoteksverkinum níggju milliónir krónur til at keypa koppsetingarevni fyri koronu og lata Heilsuverkinum tað fyri einki.

Uppskot um eykajáttanarlóg kom í løgtingið í gjár. Pengarnir skulu brúkast til at keypa nóg nógva vaksinu til, at floksórin fæst í Føroyum fyri summarið.

Floksórin fæst, tá 70 prosent av fólkinum eru koppsett, siga vísindini. Við teirri ferð, sum koppsetingin nú hevur, verður ikki floksórin fyrr enn seint í heyst, sigur Framsókn.  

Sum er, rindar danska stjórnin fyri koronukoppsetingarnar í Føroyum. Talan er um sjey milliónir krónur.  Fyri at fáa floksórin í Føroyum í vár, er neyðugt at keypa koppsetingarevni fyri níggju milliónir krónur, sigur Framsókn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938