Minni útflutningur - óbroyttur innflutningur

Minni útflutningur - óbroyttur innflutningur
Útflutningurin av laksi minkaði meira enn 700 milliónir krónur. Innflutningurin er vaksin seinastu árini, men vøksturin er steðgaður
Fiskaútflutningurin minkaði 1,2 milliardir krónur í fjør, men innflutningurin var óbroyttur, góðar átta milliardir krónur
Mynd: Hagstovan  
 
16.02.2021 - 15:12

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,2 milliardir krónur í 2020 samanborið við 2019. Afturgongdin í virði var 12 prosent, í nøgd var hon eitt prosent.

Útflutningurin at laksi minkaði meira enn 700 milliónir krónur, útflutningurin av toski minkaði góðar 300 milliónir krónur, og útflutningurin av sild minkaði 120 milliónir krónur, vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

Vit útfluttu makrel fyri næstan eina milliard krónur. Tilsamans útfluttu vit fyri 8,4 milliardir í fjør.

Innflutningurin óbroyttur

Innflutningurin í fjør var á leið tann sami sum í 2019, og fimm prosent størri enn í 2018. Vit innfluttu fyri 8,1 milliard í fjør.

Síðani 2014 er innflutningurin vaksin millum tvey og 10 prosent um árið, men nú er vøksturin steðgaður. Innflutningurin til húsarhaldsnýtslu er vaksin 11 prosent. 

Meira er eisini innflutt av rávøru til fiskavirking, vørum til byggivinnuna og aðra framleiðslu.

Innflutningurin av brennievni vaks 10 prosent í fjør, samanborið við árið fyri. Men av tí at prísurin á brennievni er nógv lækkaður, kostaði brennievni 900 milliónir í fjør samanborið 1250 milliónir í fyrraárið. Tað eru 25 prosent minni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595