Skulu staðfesta bretska frábrigdið av koronu

bannari
Skulu staðfesta bretska frábrigdið av koronu
Fyribils kanningar vísa, at eitt ferðafólk, sum kom við flogfari fyrradagin, er smittað av B.1.1.7
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at ferðafólk, sum vóru í sama flogfari sum tann smittaði, skulu ansa væl eftir, tí bretska frábrigdið smittar nógv verri enn vanliga koronuvirusið
 
16.02.2021 - 13:59

Fyrsta dagin verður endaliga staðfest, um bretska frábrigdið av Covid-19, B.1.1.7, aftur er í Føroyum.

Smittaða fólkið kom til Føroya við flogfari fyrradagin, og kanningin vísti eitt veikt postitivt útslag. Tí varð viðkomandi kannaður aftur í gjár, og tá var eingin ivi, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.

Fyribils kanningar vísa, at talan er um bretska frábrigdið, men tað skal endaliga staðfestast.

Skulu ansa eftir

Øll ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum, eru kunnað og mint á tilmælini um heimauppihald. Landslæknin sigur, at tey skulu vera serliga ansin næstu dagarnar, tí bretska frábrigdið av koronu smittar verri enn upprunaliga virusið.

Aftrat teimum vanligu tilmælunum, eru ferðafólkini, sum sótu tætt við tann smittaða í flogfarinum, eisini biðin um at lata seg kanna fjórða dagin, sigur landslæknin.

Bretska frábrigdið er staðfest einaferð fyrr í Føroyum.

Mest útbreitt í Danmark

At tað bretska frábrigdið nú kemur til Føroya, er kanska ikki so løgið, tí tað er tað mest útbreidda í Danmark í løtuni, skrivar Politiken.

Sambært hagtølum hjá danska Serumstovninum, vóru 52,5 prosent av øllum teimum smittaðu leygardagin smittað av bretska frábrigdinum av koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576