Eingin smitta í gjár

bannari
Eingin smitta í gjár
Heldur ikki í gjár varð funnin nøkur koronusmitta í Føroyum
Nú eru tvey fólk í Føroyum eftir, sum hava koronu. 656 onnur hava havt hana.
 
21.02.2021 - 14:26

Heldur ikki í gjár varð funnin nøkur koronusmitta í Føroyum. 309 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. 

Tvey fólk í Føroyum hava koronu nú. Einki fólk er innlagt. Sjey fólk eru í sóttarhaldi.

Í gjár vórðu 326 fólk koppsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum. 33 fólk fingu fyrra prikið og 293 fingu seinna prikið.

Tilsamans eru 5.682 fólk koppsett. 4.167 hava fingið fyrra prikið. 1515 hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655