- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump fer at hitta Jinping og Putin
Trump fer at hitta Jinping og Putin
Teir tríggir fara eftir ætlan at hittast á Apec-fundi í Kina í næstu viku

Teir tríggir leiðararnir skulu millum annað kjakast um at fáa enda á amerikanska krígnum í Iran, sigur Trump sambært Reuters.
Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix
09.11.2026 - 08:18
Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer væntandi at hitta kinesiska leiðaran, Xi Jinping, og russiska forsetan, Vladimir Putin, á Apec-fundinum í kinesiska býnum, Shenzhen, í næstu viku.
Tað sigur amerikanski forsetin sambært Reuters tíðindastovuni.
Apec stendur fyri Asia-Pacific Economic Cooperation og er ein búskaparligur og politiskur samstarvsfelagsskapur.
Teir tríggir leiðararnir skulu millum annað kjakast um at fáa enda á amerikanska krígnum í Iran, sigur Trump sambært Reuters.
Apec-toppfundurin verður hildin 18. og 19. novembur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























