Helvtin av streyminum kom frá varandi orku

Helvtin av streyminum kom frá varandi orku
Vindorka, vatnorka og sólorka stóðu fyri tilsamans 52 prosentum av elframleiðsluni í Suðuroy í februar
Vindmyllurnar í Porkeri framleiddu 1052 megawatt í februar
Mynd: Pól Sundskarð  
 
08.03.2021 - 14:42

Aðruhvørja ferð, suðuroyingar tendraðu ljósið í februar, kom streymurin frá varandi orkukeldum, sigur SEV.

Vindorka, vatnorka og sólorka stóðu fyri tilsamans 52 prosentum av elframleiðsluni í Suðuroy í februar.

Tað var serliga vindorkan, sum gjørdi munin í februar. Vindmyllulundin í Porkeri framleiddi 1.052 Megawatt.

Meira enn triðingurin

Hetta eru góð 36 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan vatnorkuverkið í Botni framleiddi 458 Megawatt, sum svara til 16 prosent.

Elframleiðslan úr olju kom upp á 48 prosent av samlaðu framleiðsluni, og hetta kann samanberast við februar í fjør, tá oljuframleiðslan var góð 86 prosent.

Fólk í Suðuroynni brúktu 7,8 prosent meira streym í februar í ár enn sama mánað í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006