TAKS: Samherji má hava misskilt okkurt

TAKS: Samherji má hava misskilt okkurt
Sjálvandi verður málið kannað av TAKS, sigur stjórin á TAKS, eftir at Samherji í dag segði TAKS hava váttað fyri sær, at eingin kanning er í gongd
 
13.03.2021 - 20:43

Fyri fyrstu ferð síðani sendingin, Teir ómettiligu, var send týskvøldið, hevur Samherji i dag gjørt viðmerking til málið. 

Samherji sigur á heimasíðu sínari, at fyritøkan hevur fingið váttað frá TAKS, at eingin kanning er í gongd í Føroyum av Samherja. Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum av sendingini, Teir ómettiligu, sum eisini hevur verið lýst í íslendskum miðlum. 

Men Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, skrivar í viðmerking á Facebook í kvøld, at útsøgnin hjá Samherja ikki er sonn. Hann skrivar, at sjálvandi verður málið, sum var umrøtt í sendingini, kannað av TAKS.

– Eg havi ikki á nakran hátt váttað fyri Samherja í Íslandi, at nakað verður øðrvísi enn tað, eg segði í Degi og viku. Talan má vera um onkra misskiljing, skrivar Eyðun Mørkøre í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938