Vil hava fólkaatkvøðu um vindmyllur

Vil hava fólkaatkvøðu um vindmyllur
Tordur Niclasen hevur skrivað bygdaráðnum á Eiði opið bræv
Tordur Niclasen, sum er fyrrverandi borgarstjóri á Eiði, mælir nú kommununi til at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um vindmyllurætlanina hjá SEV
 
18.03.2021 - 12:59

Tordur Niclasen, fyrrverandi borgarstjóri á Eiði, mælir til, at eiðisfólk fáa høvi at siga sína hugsan um vindmyllulundina á vegleiðandi fólkaatkvøðu. 

Tað ger hann í opnum brævi til Eiðis bygdaráð.

Tordur Niclasen skrivar millum annað soleiðis:

- At ein hagapartur, grundað á peningaligan vinning í einum leigumáli, møguliga tekur undir við ætlaðu verkætlan, er kanska ikki at undrast á. 

- Tað sum ikki má henda, er, at ein avmarkaður privatur eigaraskarði, møguliga við vinningi fyri eygað, verður avgerðandi í hesum stórmáli, sum viðkemur øllum borgarunum á Eiði.

Tí mælir Tordur Niclasen bygdaráðnum á Eiði til at spyrja fólkið í kommununi, áðrenn avgerð verður tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290