Góðar royndir við ókruvdum fiski

Góðar royndir við ókruvdum fiski
Sjógæti hevur góðar royndir, nú bátarnir koma til lands við ókruvdum fiski
 
20.03.2021 - 15:20

Í eina tíð hevur Sjógæti tikið ímóti útróðrarfiski á Eiði.

Virkið hevur einar 25 bátar sum avreiða til virkið, sigur Ólavur Høghamar, sum er formaður fyri kryvjingini.

Tey eru farin undir eina skipan, har bátarnir koma til lands við ókruvdum fiski, sum síðani verður kruvdur á landi.

Tað hevur við sær, at tey sum rógva út, bert skulu bløðga fiskin niður í kassar, har ísur og sjógvur er í.

Royndirnar higartil vísa, at fiskurin verður betri, sigur Ólavur Hæøghamar. Og so hevur tað tann fyrimun, at menninir sum eru við bátunum, sleppa undan at kryvja, og tað ger arbeiðið lættari umborð.

Bátarnir fáa kassar umborð við ísi í, og so skal ein ávís nøgd av sjógvi eisini latast í kassan, og so verður fiskurin køldur alt fyri eitt.

Tá fiskurin er avreiddur, verður hann koyrdur í ísvatn, og so kruvdur dagin eftir. Tey kryvja hvønn dag uttan sunnudag.

Tá bátarnir gera klárt at fara avstað aftur, so fáa teir nýggjar kassar umborð.

Skipanin hevur roynst væl, sigur Ólavur Høghamar, formaður fyri kryvjingini hjá Sjógæti.

Sjógæti selur ta nógva av kruvda fiskinum til Fiskavirkið í Gøtu, og har lata tey væl at góðskuni.

Páll Gregersen, stjóri sigur, at fiskurin er góður, men prísurin er nakað hægri enn á vanligum fiski, tí tað er dýrt at kryvja á landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522