7,7 kilometrar boraðir í Sandoyartunlinum

7,7 kilometrar boraðir í Sandoyartunlinum
Í prosentum svarar hetta til, at 71,2 prosent av samlaðu longdini nú er borað
Í síðstu viku vórðu boraðir 63 metrar; 41 metrar sandoyarmegin og 22 metrar streymoyarmegin
 
22.03.2021 - 15:12

Nú eru tilsamans 7.682 av tilsamans 10.785 metrum boraðir í Sandoyartunlinum.

Í síðstu viku vórðu boraðir 63 metrar; 41 metrar sandoyarmegin og 22 metrar streymoyarmegin.

Í prosentum svarar hetta til, at 71,2 prosent av samlaðu longdini nú er borað.

Sandoyartunnilin verður longsti tunnilin í Føroyum, og eftir ætlan verður koyrandi í tunlinum í desember 2023. Mett verður, at 300 - 400 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið

Gongst sum ætlað, verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av síðst í hesum árinum.

Sandoyartunnilin er mettur at kosta 1,3 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655