Veljarakanning gevur IA 36 prosent

Veljarakanning gevur IA 36 prosent
Val verður til grønlendska landstingið týsdagin
 
03.04.2021 - 14:32

Týsdagin 6. apríl verður val til grønlendska landstingið Inatsisartut.

Veljast skulu 31 tinglimir, og seinasta veljarakanningin, sum miðilin Sermitsiaq almannakunngjørdi í gjár, bendir á, at Inuit Ataqatigiit, ella IA, vinnur stórsigur.

Veljarakanningin gevur IA 36 prosent av atkvøðunum - tað er ein framgongd upp á 10 prosentstig og gevur flokkinum 12 tinglimir. Tað eru fýra fleiri enn til seinasta val, sum var í 2018.

Hin stóri flokkurin í tinginum, Siumut, fær eina afturgongd sambært veljarakanningini. Siumut, sum hevur verið størsti flokkur í Grønlandi næstan øll árini síðani Grønland fekk sína heimastýrislóg í 1979, stendur til at fáa átta tinglimir. So lítil hevur tingmanningin hjá Siumut ongantíð verið fyrr. Í løtuni hevur Siumut 9 tinglimir.

Siumut hevur havt trupulleikar, tí flokkurin gongur í tveimum og hevur í roynd og veru tveir leiðarar - Kim Kielsen, sum er verandi landsstýrisformaður, og so Erik Jensen, sum er floksformaður.

Men eisini IA hevur tveir sterkar kandidatar. Asii Chemnitz Narup, sum hevur fingið nógvar atkvøður til kommunuval í Grønlandi, stillar nú upp til landstingsvalið, og summi vænta, at hon fer at fáa fleiri atkvøður enn formaðurin Múte B. Egede.

Men Múte B. Egede sigur við Sermitsiaq, at hjá teimum er eingin ivi um, at hann verður formaður í flokkinum eftir valið, og at hann eisini verður landsstýrisformaður, um flokkurin fær leiðsluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV