Pávin átalar dubbing meðan heimsfarsótt herjar

Pávin átalar dubbing meðan heimsfarsótt herjar
Hóast heimsfarsótt herjar, verða pengar brúktir til hermegi
Pavin finst at, at pengar verða brúktir til hermegi, meðan covid-19 herjar.
 
04.04.2021 - 13:56

Frans pávi heitir nú á heimsins lond um gera skjótari av við at breiða Covid-19 koppingarevni út um heimin, og serliga til tey fátæku. Samstundis kallar hann tað eina gølu, at tað mitt í eini heimsfarsótt framvegis er vápnað stríð og at pengar verða brúktir til hermegi.

Hetta segði pávin í sínum páskaboðskapi fyrr í dag. Hetta var annað árið á rað, at pávin orsakað av koronufarsóttini ikki kundi tala fyri eini stórari mannfjøld á Pæturstorginum páskadag. 

Í staðin helt pávin messu við eitt minni altar inni í kirkjuni, har færri enn 200 fólk vóru komin saman at lýða á saman við milliónum, sum eisini hoyrdu boðskapin í útvarpi og sjónvarpi.

Framvegis kríggj 

- Farsóttin breiðir seg framvegis, og sosiala og búskaparliga kreppan er sera stór, serliga hjá teimum fátæku. Men kortini - og hetta er ein gøla - er vápnað stríð ikki hildið uppat, og vápnagoymslurnar verða fyltar, segði pávin.

Hann heitti á Gud um at veita ugga til tey sum eru sjúk, tey sum hava mist ein kæran, og tey arbeiðsleysu og heitti so á myndugleikar um at hjálpa teimum familjum, sum eru ringast fyri.

Pávin heitti eisini á stríðandi partar runt um í heiminum um at binda frið, millum annað í Tigray-landspartinum í Etiopia og í Cabo Delgado í Mosambik, og hann segði eisini, at kreppan í Jemen bara verður "møtt við lemjandi og skammiligari tøgn."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860